Útferðir frá Gjógv
Við Gjógv sum høvuðsstøð eru góðir møguleikar at gera útferðir. Tað er bara ein tími at koyra í Norðoyggjar og Vágar, og í Eysturoynni er nógv at njóta, bæði tá hugsað verður um náttúruupplivingar og støð at vitja.
Landslagið er sera fjølbroytt – frá Gjógv og Føroya hægstu fjøllum til láglendið á Eystnesi, syðst á oynni. Ávegis koyrir tú fram við báðum teim longstu firðunum í landinum.
Í Eysturoynni eru ikki færri enn 5 av teim 10 gomlu føroysku trækirkjunum, sum umboða nakað av tí besta handverkinum frá sínari tíð. Eisini fleiri av nýggju kirkjunum eru forkunnugar at vitja, t.d. í Fuglafirði, í Gøtu og á Nesi.
Í oynni finnur tú eisini fleiri bygdarsøvn, t.d. Látrið á Eiði, Blásastovu í Norðragøtu, Forna á Glyvrum og gamla prestagarðin á Nesi. Í Oyndarfirði síggjast Rinkusteinar standa úti í sjónum og vagga.
Í Leirvík er útgrevsturin og víkingahúsini í Toftanesi. Vinnu- og handilslívið í Fuglafirði og kring Skálafjørðin er fjølbroytt.
Saksun og Tjørnuvík eru avgjørt verdar at vitja. Bygdirnar liggja í nøkrum av tí vakrasta umhvørvinum í Føroyum.
Frá Gjógv sæst beint yvir á Kalsoynna við Kunoynni í baksýni. Oyggjarnar reisast steyrrættar úr havinum, og fjøllini eru høg og hvøss. Spennandi er tí at gera ein túr ígjøgnum Norðoyatunnilin til Klaksvíkar og haðani við ferju í Kalsoynna at fregnast, hvat goymir seg har.
Eisini ein túrur Norður um Fjall til Viðareiðis er eitt upplivilsi. Har kanst tú vitja kirkjuna og prestagarðin í Ónagerði, har tað sigst at spøkja. Í Klaksvík er nógv at síggja, t.d. Christianskirkjan, Føroya Bjór og Norðoya Fornminnissavn í gomlu Einahandilshúsunum.