Bygdin – túrar og upplivingar
At spáka í Gjáar bygd ein summardag, tá fólk er í bønum og børnini spæla millum dunnurnar í áarhylinum, er sonn sálarbót.
Og her so nógv at síggja. Kirkjan við Gjógv hevur sína serligu søgu. Bygd í 1929 er hon fyrsta kirkja, sum vígd er á føroyskum. Altartalvan er eisini áhugaverd. Hon vísir Jesus ganga á vatninum – ikki á Geneseretvatni, men í Djúpunum út fyri bygdini. Beint við kirkjuna stendur vakur minnisvarði, ið er gjørdur til minnis um tey, sum farin eru á sjónum ella av vanlukku.
Gjógvin, sum hevur givið bygdini navn, liggur norðast í bygdini. Trappa er niður til lendingina. Gongur tú fram við gjónni úteftir, kanst tú síggja lunda sita í bakkanum. Uttast á nesinum niðanfyri, úti á Niðara Nasa, er bonkur settur upp til minnis um, tá krúnprinsahjúnini vitjaðu við Gjógv í 2005. Bonkurin verður kallaður Marys bænk.
At sita á Marys bænk og skoða havið, er ein ógloymandi uppliving – góðar summarløtur ella ein vetrardag, tá ið náttúran vísir sítt veldi, og norðhavsbylgjan brestur í klettin.
Gongutúrar
Vilt tú merkja føroysku náttúruna upp á egnan kropp, er at fara til fjals, tí møguleikarnir við Gjógv eru nógvir og fjølbroyttir.
Gakk ein túr niðan við Gjónni, út á Ovara Nasa, síðan niðan við bakkanum, til tú kemur til seyðahúsini ovast. Her sært tú tignarligt fuglaberg beint frammanfyri og undir tær, og tú kanst næstan rætta teg eftir havhestunum. Túrurin tekur bert einar 45 minuttir og setur veruliga gongd í blóðrenslið.
Gongutúrurin niðan í Ambadal og út til Búgvan tekur 3-4 tímar. Á hesum túrinum fært tú eisini nógvar stórbærar upplivingar. Gang fyrst túrin, sum er lýstur omanfyri, og halt síðan fram niðan á Hálsin, sum liggur í gott 400 metra hædd. Haðani verður gingið oman gjøgnum Ambadal, fram við Festirsteini. Á túrinum sært tú nógvan heiðafugl, sum nú skúgv, spógva, mýrusnípu og tjaldur. Komin heilt út á bakkan, sæst niður yvir hægsta stakk í Føroyum, Búgvan, sum er 188 metrar høgur. Her sært tú nógvan sjófugl, eitt nú havhest, lomviga og lunda. Ert tú eystan fyri Búgvan, kanst tú í vestri síggja Risan og Kellingina, og longri burturi sært tú Mýling á Streymoynni.
Skalt tú niðan á hægsta tind í Føroyum, Slættaratind, kanst tú antin koyra á Eiðisskarð og haðani ganga seinastu knapt 500 metrarnar niðan á tindin. Tú kanst eisini gera ein heildagstúr, har tú gongur heilt frá Gjógv og fyrst niðan á Gráfelli (857 metrar) og so niðan á Slættaratind. Hetta er ein langur og strævin túrur. Ein góðveðursdag á Slættaratindi sært tú stóran part av landinum, og tað kenst sum eitt lítið Himalaya. Nógv plaga at leita sær niðan á Slættaratind um miðsummarleitið fyri at síggja sólina fara í kav og rísa aftur nakrar tímar seinni. Hetta er eitt upplivilsi fyri lívið.