Til Gjáar
Tað tekur bert 1 tíma at koyra teir 67 km úr Tórshavn til Gjáar. Av flogvøllinum í Vágum eru 75 km, og úr Klaksvík 45 km. Góðir og asfalteraðir vegir smúgva seg heilt inn í túnið, og tí lætt at koyra.
Ella tú tekur Bygdaleiðir. Kemur tú úr Tórshavn ella Klaksvík, skalt tú koyra við leið 400 til Oyrarbakka. Her skiftir tú til leið 201, sum fer til Gjáar. Ferðaætlanir fyri bussar og ferjur eru at finna á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins. Ferðaætlanin fyri leið 201 er at finna her.
Um veturin, tá kavin liggur, er best at koyra um Funning til Gjáar. Hetta tí at tann vegurin verður betur saltaður og grivin fyri kava.