Ókeypis netsamband er í øllum húsinum.
Matstovan bjóðar morgunmat, lættar rættir um dagin og døgurða um kvøldið.
Gjáargarður hevur eitt breitt úrval av gistingarmøguleikum. Einakømur, dupultkømur og familjukømur. Snøgt sagt, Gjáargarður er fyri øll.
Hóast fleiri hæddir, er gott hjá rørslutarnaðum á vera á Gjáargarði. Inngongd er til allar hæddir útifrá, og gáttirnar eru gjørdar so, at fólk í rullistóli sleppur lættliga til alt í húsinum.
Royking er ikki loyvd á kømrum okkara.