Gjógv
Gjáar bygd ber navn eftir teirri 200 metra longu gjónni, ið er skamt norðanvert við bygdina.
Elsta búseting, fólk vita um, var Eysturi við Garðar, áraka kirkjuna og kirkjugarðin og omanfyri har. Bygdin er fyrstu ferð nevnd í 1584, men er ivaleyst nógv eldri enn so.
Eins væl og tað kann vera vakurt ein sólskinsdag á sumri, kann tað vera dramatiskt og stórsligið, tá vetrarstormarnir herja og aldubrotini bresta í gjónni og fjøruni.
Tað tekur bert ein tíma at koyra teir 67 km út Tórshavn til Gjáar. Av flogvøllinum í Vágum eru 75 km.