Matstovan hevur fult skeinkiloyvi.
Gev gætur: Ymiskt er, hvussu nógv vitjandi eru, og tí er best at bíleggja í góðari tíð.
Til tiltøk í húsinum og út úr húsinum er møguleiki at bíleggja mat til bólkar – min. 15 fólk.
Soleiðis hevur matstovan opið:
Matstovan hevur opið til og við 30 november frá kl. 12-19:30, og viðmæla vit sjálvandi at gestir okkara bíleggja borð í góðari tíð. Um tit ynskja at bílegga borð um kvøldi, skal borðbílegging verða okkum í seinasta lagi kl. 16 sama dag.
Gistandi gestir fáa altíð døgurða um kvøldið,
Uttanfyri háárstíð er matstovan opin eftir fyrispurningi til serlig tiltøk,
Borðbílegging á tlf 423171 ella á info@gjaargardur.fo
Máltíðir
Á morgni er morgunmatur hvønn morgun frá 7.30 til 9.30. Hjá teim gistandi er hann við í prísinum. Tey ið ynskja matpakka, verða biðin um at bíleggja kvøldið fyri. Prísur fyri matpakkan íroknað ½ l. vatn er kr. 150.
Matstovan er opin frá kl. 12- 19:30 við matarskrá at velja úr.