Innskriving er frá kl. 15.00 og fráferð í seinasta lagi kl. 14.00
Tit fáa lykil til tykkara pláss á Gjáargarði og skulu avlevera hann aftur við fráferð.
Í Flatnagarði eysturi við kirkjuna hevur Sunda Kommuna gjørt eitt kampingøkið. Av økinum er avbera gott útsýni yvir bygdina og yvir á Kallsoynna. Á økinum eru eini frálík hús við wc/bað, vaskimaskinu, turkitrumlu og uppivaskiplássi.
Gjáargarður umsitur bókingar og innskriving fyri kommununa.
Bílegg pláss á info@gjaargardur.fo ella við at ringja 423171