Tiltak byrjar: 3. apríl 2025 kl. 17:00
Stað: Gjáargarður
Skeið í listamáling við Hilmari J. Højgaard á Gjáargarði 3-6 apríl 2024
Innihald:
Á skeiðnum verður arbeitt við tekning, akvarel og akrylmáling. Arbeiða tit við øðrum tilfari, eru tit vælkomin at taka tað við. Men vit arbeiða ikki við oljumáling, og terpentin er ikki loyvt at brúka orsaka av luktinum.
Undirvísingin verður laga til støði hjá luttakarunum, og tey sum hava hug at luttaka á fleiri skeiðum eru vælkomin til tað.
Luttakararnir hava við sjálvi:
Bíligt teknipappír til skitsur og betri teknipappír til endaligar tekningar. Allar møguligar tekniblýantar, oljukrit, pastel, akvarel ella annað tykkum dáma at arbeiða við. Lørift í ymsum støddum, og eitt ella tvey áleið 50x70cm, akryllitir, penslar, spartlar o.a.
Luttakaratal:
Minsta mark eru 8 luttakarar og í mesta lagi 12 skeiðslutakarar.
Skeiðið byrjar við hósdagin kl. 17 og endar sunnudagin kl. 16.
Máltíðir íroknaðar:
Hósdag: Døgurði kl. 18 og drekkamuður seinni um kvøldi
Fríggjadag & leygardag:
Morgunmatur, kaffisteðgur við frukt fyrrapartin, miðmáli, kaffisteðgur við heimabakstri seinnapartin, døgurði og drekkamuður seinni um kvøldi
Sunnudagur: Morgunmatur, kaffisteðgur við frukt fyrrapartin, miðmáli og kaffisteðgur við heimabakstri áðrenn fráferð seinnapartin
Aðrar drekkivørur til máltíðirnar, kunnu keypast eyka.
Prísur fyri skeiðið:
Prísirnir eru ymiskir, alt eftir hvat slag av kamari, tú velir at bíleggja, og um tú ynskir at gista í einakamari ella dupultkamari.
Prísirnir eru úr kr. 6.698 í einakamari og úr kr. 5.498 fyri hvønn í dupultkamari.
Eru serlig atlit til diabetikarar, allergikarar v.m., vinarliga boða frá hesum skjótast gjørligt.
Bílegg her: https://bit.ly/42Jki87
Vel dato: