Matstovan hevur fult skeinkiloyvi.
Gev gætur: Ymiskt er, hvussu nógv vitjandi eru, og tí er best at bíleggja í góðari tíð.
Til tiltøk í húsinum og út úr húsinum er møguleiki at bíleggja mat til bólkar – min. 15 fólk.
Soleiðis hevur matstovan opið:
Matstovan letur alment upp aftur um miðan mars til og við 31 oktober - neyv dagfesting verður lýst um mánaðarskifti feb/mars 2021.
Matsotvan er annars opin eftir fyrispurningi í samband við tiltøk.
Gistandi gestir fáa altíð døgurða um kvøldið,
Í November og Februar er matstovan opin eftir fyrispurningi til serlig tiltøk,
Í December og Januar er stongt.
Borðbílegging á tlf 423171 ella á info@gjaargardur.fo
Máltíðir
Á morgni
er morgunmatur hvønn morgun frá 7.30 til 9.30. Hjá teim gistandi er hann við í prísinum. Fyri onnur vitjandi er prísurin 90 kr. fyri hvønn. Tey ið ynskja matpakka, verða biðin um at bíleggja kvøldið fyri. Í matpakkanum er trivalig tvíflís, frukt, okkurt søtt og ein føska av vatni. Matpakkin kostar 90 kr.
Á middegi og seinnapart
fæst eitt úrval av løttum rættum og køkum.
Pannukøkur við róma og heimagjørdum rabarbusýltutoy 48 kr.
Dessertkøka o.l. 48 kr.
Viðskeraplattur 150 kr.
Dagsins súpan við breyði 88 kr.
Kaffi/te/kakao 25 kr.
Sodavatn 20 kr.
Øl 33 cl. 40 kr.
Vín 18,75 cl 65 kr.
Á kvøldi
er døgurði frá 18-20. Høvuðsrættur og omaná fyri í alt 249 kr. Ein rættur hvørt kvøldið.
Børn 4-12 ár 120 kr.