Tiltak byrjar: 6. mai 2022 kl. 00:00
Stað:
Vit skipa fyri Mentanarkvøld í mai, juni, juli og august mánað í 2022 hesar dagar:
Fríggjakvøld í maj:
6, 13, 20, og 27 mai
Hvørt mikukvøld í juni, juli og august:
1, 8, 15, 22 og 29 juni
6, 13, 20 og 27 juli
3, 10, 17, 24 og 31 august
Í summarhálvuni verður áhugavert Mentanarkvøld á Gjáargarði. Í mai verða Mentanarkvøldini fríggjakvøld og í juni, juli og august, verða kvøldini mikukvøld.
Kvøldið byrjar kl. 18, tá verturin bjóðar gestunum vælkomnum við einum stórum sjálvtøkuborði við einum úrvali av góðum rættum og føroyskum brellbitum.
Eftir borðhaldið verður livandi tónleikur, sum er partur av stóru skránni hjá Summartónum við ymiskum tónleikabólkum hvørt av kvøldunum.
Eftir tónleikin fáa vit og útlendingar kunning um føroyskan dans og gomul kvæði.
Gestirnir fáa møguleikan at læra stev, eins og vit sláa ring og kvøða nøkur vælkend kvæði.
Kvøldsetan byrjar kl. 18:00 og endar umleið kl. 20:30.
Prísur: kr. 550 fyri hvønn. Børn undir 12 ár gjalda kr. 275 og børn yngri rinda onki.
Bílegg pláss her: https://bit.ly/3oTqHaZ