Vit vilja fara væl við náttúruni og vilja nýta tilfeingið burðardygt. Við upplýsing og tiltøkum royna vit tí at minka um orkunýtsluna, og vit nýta umhvørvisgóðar vørur sum mest.
So langt burtur, og tó so nær
Tað er stutt til Gjáar, og tó liggur Gjáargarður so langt burtur frá gerandisdegnum. Tá familjan skal hava nakrar dagar fyri seg sjálva, tá fyritøkan skal fundast, tá bólkurin skal sjóðast saman, ella tá tann stóra veitslan skal haldast, so er Gjáargarður rætta staðið.
Tí Gjáargarður er ikki bara eitt tað hugnaligasta gistingarhúsið í Føroyum – hann liggur eisini í sjáldsama vakrari náttúru.
Her er góð tænasta og allir hentleikar til flestøll endamál. Í hugnanum og friðinum eru dagarnir tykkara egnu.