Gist / et / uppliv
Eitt andarúm
millum fjøll og frið

Tað besta staðið at gista í Føroyum, tá tú vilt uppliva gandin í einari fjarskotnari bygd – men við øllum hentleikum á einum gistingarstaði, har morgunmatur og døgurði fylgja við.
Tiltøk
Fylg okkum á Facebook fyri at halda teg dagførdan.
Gjáarkaffi

Gjáarkaffi liggur beint við gjónna í Gjógv – tað perfekta staðið at njóta ein góðan kaffimunn við vøkrum útsýni. Á matskránni eru vaflur, ísur, ymisk kaffi-sløg, øl, vín og aðrir leskidrykkir.
Gjáarkaffi hevur opið hvønn dag frá kl. 11.00 til 18.00.
Matur

Gjóbiti
Morgunmaturin er ein norðurlendsk uppliving við køtum, nýbakaðum breyði, morgunkorni, osti og sterkum kaffi.
Hvønn dag frá kl. 7.30 til 9.30.
Íroknaður fyri gestir á Gjáargarði.
Matpakkar til dagstúrar kunnu bíleggjast innan kl. 16 dagin fyri. Matpakkar innihelda ein sandwich, frukt, snack-bar og eina fløsku av vatni.
Gjóbiti er fyri øll. Seinnapartin bjóða vit eitt úrval av løttum máltíðum og køkum. Um kvøldið verða serstakir rættir bornir fram – við frískum sjógæti, fiski, reyðum kjøti og grønmeti.
Vælkomin í Gjóbita – opið hvønn dag frá kl. 12 til 20.


Ikki øll, sum villast, eru á villari leið
Gjógv er eitt framúr útgangsstøði til ymsar útferðir. Tað tekur einans um ein tíma at koyra bæði til Norðoyggjar og til Vágar – perfekt til dagstúrar.
Kømur
Gjáargarður bjóðar einkultkømur, dupultkømur og familjukømur. Øll kømur hava egið baðirúm við sjálvstøðugum vesi og brúsu, og møguleiki er fyri eyka song.
Í alt eru 23 kømur á Gjáargarði. 11 standardkømur eru í høvuðshúsinum, og 12 superiorkømur eru í nýggjaru lonini, við síðuna av, við góðum umstøðum.
Allar hæddir eru atkomuligar uttanífrá, og allar hurðar og trappir eru lagaðar soleiðis til, at tað er lætt at flyta seg frítt runt á hvørjari hædd.


Skapa tiltøk, har náttúran og bygdardámur geva varandi íblástur og langtíðarhugsan.
